Barnaverndin í Havn breyt tagnarskylduna

Eitt fólk fekk viðkvæmar upplýsingar – um eitt annað fólk. Men tað var ikki við vilja

 

Tað er átaluvert, at barnaverndin í Havn ikki tryggjaði sær, at viðkvæmar upplýsingar ikki endaðu í skeivum hondum. Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum hevur givið barnaverndini  eina átalu í einum málið, har viðkvæmir upplýsingar endaðu í skeivum hondum.

Men umboðsmaðurin sigur, at av tí, at neyðug stig eru tikin til, at ein slíkur feilur ikki endurtekur seg, verður ikki gjørt meiri við málið.

Kortini er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sent Dátueftirlitinum til kunningar og somuleiðis hevur borgarin, sum teir viðkvømu upplýsingarnir snúði seg um, eisini fingið eitt avrit av niðurstøðuni.

Málið tekur seg upp, tá ið Umboðsmaðurin fær eina kæru um, at barnaverndin hevur latið viðkvæmar upplýsingar til eitt fólk, sum einki hevði við upplýsingarnar at gera, tí teir snúðu seg nevniliga um ein heilt annan.

Løgtings Umboðsmaður staðfestir, at sostatt eru viðkvæmir upplýsingar um persónlig viðurskifti hjá einum fólki, endaðar í hondunum á einum heilt øðrum og sostatt er tagnarskyldan brotin.

Talan var kortini ikki, at, at hetta var gjørt við vilja, tí tað var nevniliga av misgávum. Men samstundis ger umboðsmaðurin greitt, at tann, sum fær viðkvæmar upplýsingar av órøttum, eigur at boða sendaranum frá hesum, og at beina upplýsingarnar burtur beinanvegin.

– Tað kann vera revsivert at avdúka, kopiera, ella at brúka slíkar upplýsingar til nakað, sigur Umboðsmaðurin.