Seinastu árini hava verið rættiliga nógv mál um siðamisbrot í rættinum, og sambært politinum økist talið á slíkum málum alla tíðina.
Og óivað verða málini upp aftur fleiri, tí barnaverndirnar kunnu vísa á, at fólk, leik og lærd, gera meira við at boða barnaverndartænastuni frá, um tey halda eitt barn vera umsorganarsvikið. Tað eru ikki bara mál um kynsligan ágang, men tað kann eisini vera harðskapur, misrøkt
Beinta Johannesen Mørkøre, leiðari á Barnaverndartænastuni fyri Sunda, Eiðis, Viðareiðis, Hvannasunds og Húsa kommunu sigur, at tann tænastan hevur fingið væl fleiri fráboðanir og serliga eftir, at sjónvarpssendingin um misrøktu og misbrúktu børnini í Brønderslev í Danmark.
Ring samvitska
- Eg giti, at sendingin hevur fingið fleiri fólk í Føroyum at hugsa, at tey ikki mugu liggja inni við illgruna um umsorganarsvik móti børnum, sigur Beinta Johannesen Mørkøre.
Hon heldur annars, at Barnaverndartænastan virkar væl. Lærarar og pedagogar, sum hava herda fráboðanarskyldu, hava tey illgruna um umsorganarsvik, taka hesa uppgávuna í álvara. Herd fráboðanarskylda merkir, at tey mugu leggja navn til eina fráboðan.
Leikfólk hava eisini fráboðanarskyldu, men tey kunnu boða frá ónevnd. Tað er í lagi, at tað er so, tí í einum litlum samfelag sum Føroyum kann vera torført at venda sær til Barnaverndartænastuna og leggja navn til. Fleiri tora at boða frá, tá ið tey kunnu ver ónevnd.