Agga Niclasen
meining@meyl.fo
-----
»Eg sussi, tí eri eg«. »Eg geri kenslur, tí eri eg«. Nei, Rigmor Dam, uppskotsstillari og bestakvinna hjá barna- og samfelagsetsandi »barnaváttanini«, eigur ikki orðini.
Men hon eigur hesi: »Og so síggja vit, at tey hava hvønn sín bókstav í hondini. Og teksturin, sum kemur fram, er »TØGNIN ER BROTIN«. Hetta vóru 14 persónar, sum stóðu har. Og eg fór at hugsa, »Hvat eru hatta fyri fólk?«, »Hví eru hasi har á pallinum?«, »Hvat vilja tey?«, »Hví hava tey eitt sovorðið pappír?«. Allir teir tankarnir, sum ganga runt uppi í høvdinum á einum, tá man sær slíkt, og ljósið er dempað, og tað er friðarligt inni, og so fara tey fram, ein og ein, og taka sín bókstav, og skræða hann, og koyra hann í skrell. Og tá Fangaði Eg Poengið!!!«.
Og hennara løn er betald av tær, skattgjaldaranum. Tað er skeivt at fara í song við børnum, og tað er synd í teimum — wauski, ikki eiti á opinbering.
Tá ið hon ikki kemur við innbilskum útsagnum, fæst hon við ‘begrebir og heildarætlanir’, so ópolitiskar og ósamansettar, at eisini tornæmar, Pilates-íðkandi bindimammur forstanda tað. Og flogskiparir.
Við at hugsa vetið djúpari enn Hoyvíkstjørnin er grunn, tá finnur tú skjótt útav, at barnaváttanin hjá Rigmor, Janus og hinum dullunum er ring fyri børn. Rigmorsa óklóka tosarí um, at váttanin bert er ein partur av eini størri ætlan, eini forboðsligari og atburðarstýrandi einari, og at annar hvør føroyingur nú skal prógva, at hann er ósekur... at hann ikki er sekur, ikki er pedofilur, hvat gongur beint ímóti einum siðmentum og fólkaræðisligum rættarforstáilsi, er júst tað: heildarsligt tos. Men vitonnur eru væl varug við, at mannamoralur og rættargrundreglur betýða bara nakað fyri upphevjaða vinstravongin, tá hesar tæna honum, ella hann tørv á teimum.
Tað er ikki bara tann »falska trygdin«. Jú, hon ger meiri harm enn gott. Hon ger, at børn ikki bara kenna seg, men eru minni trygg og meiri útsett enn uttan ráðaríka uppáfinnilsið hjá pedofilroksandi Malenu og einum flogskipara. Men tað er ein ørgrynna av øðrum fyribrigdum, bæði persónligum og samfelagsligum, ið voldar, at í minsta lagi fleiri børn, og ikki færri, verða fyri misbrúki við einum »hygg!-eg eri ikki pedofil-pappírslepa«.
Grundir og fyribrigdi, eg í embætinum sum liberalt leikfólk so ofta fyrr havi endavent. Seinast í Rættarnevndini, sum tó meiri var eitt útinnilsi í at »síggja út at gera tað rætta«—tú veitst, at láta sum um, tú ert víðopin fyri kjaki, enntá djúptøknum og fløkjasligum hugskotum og motivum—enn at »gera tað rætta«.
Tó, um hatta var ringt, tá var »viðgerðin« í Løgtinginum, á degnum mannað av følilsisligum áhugafólki og Hanus Samró, so fátøk og avmarkað, so dølsk og sjálvroynd, so lítið tendrandi og óavbjóðandi, at tað hevði loypt minni ans og hvøkk, hevði Kaj Leo umrøtt seg sjálvan í 3. persóni, »í kraft av embætinum sum løgmaður«, bara einaferð afturat.
At hoyra politikarar lippa um kapp um ein, tá ið tað kemur til stykkis, full-on banalan setning, »Tøgnin er brotin«—um hvussu áh so hjartaskerandi tað er at vitna fólk traðka fram í Norðulandahúsinum fyri at, ja, tað er so tað (!)—fær meg at kreppa tær og fylla uppí sherry-glasið.
Er alt ok, solongi sum tú roynir at fremja ótøgn, bróta tabu? Eg haldi ikki. Modernaða rákið, at »bróta tabu«, tað veri seg sex, pseudodiagnosuna ADHD ella aðra sálarsjúku, at heiðra sjálvmorð, sum enn er hin mest sjálvsøkni gerningurin, eisini tá ið vit tala fólk, ið hava givið tónleik út, og serliga tá ið tað er av tilráddum huga, ‘self-absorption’ er tað enska orðið, í mun til trúliga hóttandi vónloysi, ella barnalokkarí við seksuellum anda, kann lættliga enda í hinari veitini... sum reklama: at tað knappliga verður glorifiserað og moralskt at taka synd í sær sjálvum, at myrða seg sjálvan, og soleiðis vísa longutong til lívið og avvarðandi, at vitna ungdóm uppaldan at halda seg vera eitt slag av mini-Gud, hvørs narsisistiski sálarkvølur og ilska altíð skal takast í rámasta álvara (sum, forrestin, saman við einum óhugnaligum »yvir«-forbrúki av Ritalin og Prozac er ein væl sannlíkari grund til skúlaskjótarí í Amerika enn nøkur lin vápnalóg, sum hevur verið til í meiri enn tvær øldir, tá ið slík nihilisma ikki var kulturur), ella vera dekan ov brilliantur at fortelja øðrum um títt pedofili-illgrunasemi og tí teppibumba lívið hjá óskyldigum medmenniskjum.
Tabu, altso, er ikki bara ringt, tí moralur er lutvíst treytaður av honum.
Við góðum styrki frá eini sálarblottandi David-kampanju hava hesir vitkroystu og sjálvfeitu miserablistar í Løgtinginum billað sær sjálvum inn, at hetta alt er í »barnsins tænastu«—at føroysk børn fara at njóta gott av barnaváttanini. Men tann veruligi njótarin av hesi bíligu tráan eftir at illgruna alt Føroyar og lýsa seg sjálvan sum forsprákara numero uno vegna føroysk børn, øll eitt møguligt offur fyri øllum hasum pedofilunum, er pedofilurin; tann dømdi sum ódømdi.
Hin njótarin er hasin formyndaraklumpurin, ið vil hava okkum at halda tað versta um okkara medmennsikju. Hava, at okkara ítróttarfeløg og barnagarðar blíva so samkenslustívir og tømdir fyri mannakærleika, at vit eins væl kunnu spara okkum ómakin. Tí tað, at pedagogar nú gardera seg, hvat bæði er sjúkligt og vælskiljandi, er sjálvandi eitt úrslit av øktum misáliti og illgruna manna millum, ikki bara til pedagogar, men lærarar, venjarar og fólk annars, sum aftur er eitt beinleiðis úrslit av misálitsskapandi politikki sum »barnaváttanin« hjá Rigmor og hennara hysterisku hønumammum.
Í Danmark búgva skjótt 6 milliónir fólk, og bert ein, ein!, dómfelling hevur verið seinastu fimm árini. Altso, vit hava onki problem. Og í Føroyum, ella Havn, spyrt tú Trivnaðarstjóran í kommununi? »Øh, vit vita ikki um nakað dømi í Tórshavnar Kommunu enn«… nei, sjálvandi gera tit ikki tað, men tó heldur tú tað vera eitt problem, og tí tekur tú undir við barnaváttanini og er við til at økja um misálitið til enn eina professión—go figure!
At vit skulu uppalast og stuðlast í at halda, at verðin sokkar, vísir seg at vera aðalboðskapurin hjá innantómu, ønskriligu og sjálvprofilerandi Verjið børnini og Steðga pedofili í Føroyum.
Tá ið av tornar, ynskja Rigmor og hennara barnaváttanar-lærlingar hetta: ein og hvør, líka frá sjarmørinum til stásið, tó serliga hasin háli og ullinti fanin, eigur at verða roknaður sum ein møguligur barnamisbrúkari. At illgruna onnur fólk, at hugsa ilt um onnur fólk, er ikki meira bara ein óvani hjá teim pedofili-fikseraðu. Nei, tað er tann mest Almáttuga dygdin. Pedofilurin kann jú vera hvør sum helst.
Stendur tað til Rigmor Dam og Janus Rein og teirra »Tøgnin er brotin«-kensluhumbukk, eiga vit at hava tað gott við at ákæra hvønnannan fyri barnafølarí hóast tað bert er »eitt fornemmilsi«. Fuck álit, inn við misálit, ljóðar boðskapurin frá pedofil-prædikufólkunum!
Men hví skal tað, at ákæra eitt annað vaksið fólk fyri at føla upp á børn so fagnaðarliga stuðlast? Hví skal sokallað »eftiransni« í mun til kynsligan ágang ímóti børnum síggjast sum nakað gott, eitt tekin um framgongd? Og hví skal »ivi«, tá ið tað kemur til sannlíkindini fyri, at eitt annað vaksið fólk er ein pedofilur, síggjast sum nakað ringt, eitt tekin um afturgongd?
Vissuliga, vit vilja væl heldur eitt samfelag, har vit stevna ímóti at líta á hvønnannan enn eitt samfelag, har vit illgruna onnur at vera ein latent, barnamisbrúkandi hóttan. Akkurát hvussu tænir tað okkara børnum systematiskt at misteinkiliggera hvønn borgara og, upp í saman, tosa um eina yvirgjørda »pedofili-hóttan«, sum í øllum lutum er eitt ekstremt minnilutabrotsverk, serliga uttan fyri heimið? Henda foreldranna tráseting av einum ógvusligum, men, í tølum, pikkalítlum problemi, er at hopa eftir hæli.
Barnaváttanin er partur av einum kryplandi og sosialt tærandi ráki, ið eisini er farið at eyðkenna stórar partar av føroyska hvønndegnum. Hon eggjar okkum automatiskt, og í uppaftur størri mun, at illgruna onnur fyri at hava ónormala atferð við børn. Og sum við so nógvum øðrum ráðaríkum lorti, læra vit av dønum: at alt snýr seg um teg, at øll samfelagslig viðurskifti skulu taka útgangsstøði í tær, at øll sosial atlit mugu trumfast av tí, tú »følir«—tá ið vit í flestu førum eiga at skíta á tað.
Hvussu tú so víkur og vendur, tá er tað ein óhugnalig verð, tá ið tað at hava grundliggjandi misálit á onnur, er endað sum nakað virtuøst, meðan hitt, at trúgva upp á tín næsta, verður sett fram sum býttisskapur og góðvarni og ókærleiki til barnið.
So tað er henda trásetingin av barnamoggaríi, eitt statsfostrað klima við illgitingum og illgruna, har tað nú er ein borgaraskylda at sáa iva um motivini og allar gerningar hjá vælmeinandi og sakarleysum menniskjum, ið er tað veruliga problemið her. Ikki nøkur tiltosað samansvørjing um eina fastlæsta tøgn um eitt sera álvarsamt mál, ið fer way handan vitið hjá amatørfelagsskapum sum KRIS og Verjið børnini.
Sjálvandi, hvørt dømi um siðamisbrot er sera seriøst. Men at brúka hesi dømi, hesi erfáu dømi sum umbering fyri at fáa okkum at vera meiri »pedofil-ansin«, at vera meiri illgrunandi og minni álítandi, hevur væl vandamiklari avleiðingar fyri okkara børn, okkum vaksin og samfelagið sum heild enn gerðirnar hjá onkrum ønskriligum pedofili—hvussu synd tað so enn er í offrinum. Trúliga.