Nú skal setast á stovn eitt Barnaumboð og eitt Barnaráð, sum skal styrkja rættindini hjá børnum og ungum í Føroyum.
Barnaumboðið skal vera eitt óheft talsfólk hjá børnunum, og samstundis skal virksemið hjá Løgtingsins Umboðsmanni víðkast til eisini at umfata børn.
Samstundis skal eitt Barnaráðið stovnast, sum verður samansett av fólk við serstakari vitan á barna- og ungdómsøkinum, og skal hetta ráð ráðgeva Barnaumboðnum.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum umsitur málið, sigur í ljóðbrotinum niðanfyri, at hon heldur hetta vera eitt starv, sum fer at gera mun, hóast talan bara er um eitt triðings fulltíðarstarv:










