So er tíðin komin til, at stóra Barnatiltakið Nósabarnaprix 2003 aftur er á skránni. Hópin av børnum hava teknaÝ seg til kappingina, og fara tey við sangið og framførslum at kappast um heiðurin at bera heitið ?Vinnarin av Nósabarnaprix 2003".
Lagt verður til brots í KÍ-Høllini í Klaksvík, har fyrsta undanumfarið verður. Tiltakið byrjar kl. 19:00 og endar kl. 21:00. 10 luttakarar eru við, og onkur teirra hevur dansarar og/ella kór við sær á pallin, so spennandi verður hvussu børnini har norðuri fara at klára seg.
Aftur í ár hava sera nógv teknað seg, og áhugin tykist eins og í fjør at vera líka stórur. À plakatum og aðrastaðni verður lýst við at ein ?spennandi gestur kemur á vitjan" so har verður nógv gott á skánni, bæði fyri børn og vaksin.
Nósabarnaprix 2003 er stuðlað av Føroya Banka, sum eisini letur gávulutir til áskoðararnar.
Kostnaðurin fyri eitt atgongumerki er kr. 100,- (børn undir skúlaaldur gjalda kr. 40,-).