Svenska ungdómsstjørnan Amy Diamond fer at syngja á Summar Festivalinum í august. Hon er yngsti sangarin, ið nakrantíð hevur vunnið eina virðisløn á Nordic Music Award Summar Festivalurin kunnger í dag, at seinasta útlendska tónleikanavnið, ið kemur á festivalin í ár, er unga svenska songkvinnan Amy Diamond.
15 ára gamla Amy Diamond gjørdist kend um øll norðanlond við sanginum What?s In It For Me, men bæði áðrenn hendan sangin ? og serliga síðani ? hevur hon gjørt nógv við tónleikin. Hon hevur sungið í sjónvarpssendingum, givið fløgur út og verið við á stórum konsertum og festivalum.
Ein av stóru løtunum hjá Amy var, tá ið hon í 2005 vann Nordic Music Awards.
Amy Diamond hevur svenska mammu og enskan pápa, og fyrstu fýra árini av lívi sínum búði hon í Onglandi. Síðandi fluttu til Svøríkis at búgva.
Sum smágenta dugdi Amy væl at standa á skoytum, og hon vann nógvar kappingar. Hon gekk eisini á dansi- og sjónleikaskúla, og alt hetta hevði við sær, at unga Amy dugdi væl at framføra fyri fólki. Tá ið tónleikurin so bankaði á dyrnar, var ein veruliga barnastjørna fødd. Amy Diamond sang í sjónvarpssendingum í Svøríki, og talentið var so stórt, at plátufeløg fingu áhuga fyri henni. Í 2005 fekk hon veruliga gjøgnumbrotið hjá sær við sanginum What?s In It For Me, sum gjørdist eitt hitt í fleiri londum.