Hendan dagin er ætlanin, at so nógv børn sum gjørligt møtast í Havn við tí endamáli at spæla og síggja sjónleik. Tiltakið er ætlað sum ein roynd og verður hon væleydnað, fara vit at gera hetta aftur.
MáF heitir á skúlarnar um at seta seg í samband við sjónleikarafelagið á staðnum, so samstarv kann fáast í lag til tiltakið. Hetta er tó ikki eitt krav fyri at luttaka. (Um tit ikki vita hvør er í sjónleikarafelagnum á tykkara stað, kunnu tit seta tykkum í samband við MáF-skrivstovuna).
Einasta krav vit seta er, at ikki ov nógv orð eru í leikinum, sum tit framføra. Ætlanin er, at nakrar sýningar verða uttandura. Um onkur hevur hug at framføra við dukkusjónleiki ber tað eisini til.
Í februar 2001 skal MáF skipað fyri einum skeiði í dukkusjónleiki.
Freistin at tekna til var úti 31. oktober 2000, men av tí at ov fáir bólkar eru teknaðir til, er freistin longd til hálvan desember. Sostatt kunnu vit í góðari tíð fara undir fyrireikingarnar.
Útreiðslur til ferðing, uppihald, mat osv. verða skúlarnir sjálvir at syrgja fyri.
Er nakað ivamál ber til at seta seg í samband við MáF-skrivstovuna tlf 31 56 24.
T-postur:
maf@post.olivant.fo
Skrivstovan er opin mánadag - fríggjadag kl 10:00 - 15:00, tó mikudag kl 13:00 - 18:00.
Heimasíða: www.maf.fo .
Um ov nógvir bólkar teknað seg til, skila vit okkum rætt til at avmarka bólkatalið, sigur MáF í tíðindaskrivi.










