Barnapornografiskur filmur í umferð á sosialu miðlunum

– Um tú móttekur filmsbrotið, skalt tú beinanvegin strika tað av tínari eind og undir ongum umstøðum senda filmsbrotið víðari, sigur politiið

Føroya Politi hevur fingið fráboðan um, at eitt filmsbrot við barnapornografiskum tilfari er í umferð á sosialu miðlunum í Føroyum. Filmsbrotið er av einum naknum drongi, sum er undir 18 ár.

– Í hesum sambandi vil Føroya Politi gera vart við, at tað er revsivert at breiða út pornografiskar myndir og filmsbrot av persónum undir 18 ár, smb. § 236, stk. 1 í revsilógini. Hetta merkir, at tað er revsivert at deila barnapornografiskar myndir og filmsbrot, skrivar politiið.

Nógv føroysk ung hava deilt filmsbrotið millum sín seinastu dagarnar.

– Henda sakin minnir um sokallaðu ”Umbrella” sakina í Danmark, har fleiri enn 1000 persónar blivu skuldsettir fyri útbreiðslu av líknandi filmsbroti, sigur politiið.

Føroya Politi heitir á fólk um at lata vera við at deila áðurnevnda ella líknandi filmsbrot.

– Um tú móttekur filmsbrotið, skalt tú beinanvegin strika tað av tínari eind og undir ongum umstøðum senda filmsbrotið víðari, sigur politiið.

Tað krevst samtykki fyri at deila myndir ella filmsbrot á netinum.

– Fleiri kenna ikki avleiðingarnar av at deila eina nakinmynd ella filmsbrot. Tað, at ein hevur fingið eina mynd sendandi, merkir ikki, at ein harvið hevur rætt at deila hana. Revisramman fyri brot á § 236, stk.1 er fongsul í upp til 2 ár, sigur politiið.