Á skránni er: Bíbliusøgur við drama, nógvur sangur, spurnakapping, framhaldssøga og mangt annað. Aftaná barnamøtið sunnudagin verður nátturði at fáa, og tí bjóðar samkoman børnunum at taka alla familjuna við til hetta møtið. Tað er sunnudagsskúlin í Nebo, sum skipar fyri barnamøtum. Tey gleða seg at síggja nógv børn til møtini. (sb.)










