Barnamøtir í Frelsunarherinum í Vági

Um páskini skipar Juniorkorpsið í Vági fyri barnamøtum við kenda danska gyklaranum og búktalaranum Hans Jørn Østerby.

Sum vanligt tey seinnu árini, skipar Frelsunarherurin í Vági fyri barnamøtum um páskini og í ár luttekur gyklarin og búktalarin Hans Jørn Østerby.
Við dukkuni Kurt, sum er ein frekkur drongur úr Keypmannahavn, kemur hann skjótt upp at kjakast, men tað endar altíð gott. Børnini verða boðin við at luttaka í gandakynstrunum, og tey grunda enn á, hvussu hann kundi ganda eitt tyggigummi niður í lumman hjá teimum, tá hann var her fyri tveimum árum síðani. Tá var stúgvandi fult av børnum í Frelsunarherinum, og tey vænta, at minst líka nógv koma at vitja barnamøtini hesuferð.
Byrjað verður Pálmasunnudag kl. 17 við familjumøti og síðani verða barnamøtir hvønn dag til og við leygardagin kl. 17.