Hóskvøldið kom rættiligur skelkur á ein riðil av børnum, sum skreiddu uppi undir Varða.
Og tað skilst á fráboðanum, sum Portalurin hevur fingið, at skelkurin hevur verið so stórur, at hetta var stóra samrøðuevni nógvastaðni í Havn fríggjadagin.
Beint sum børnini skreiddu, kom ein maður í bili og tók tvey børn upp og hini børnini hildu, at tað sá so løgið út, at tey ringdu eftir løgregluni, tí tey stúrdu fyri, at tað var ein barnalokkari.
Hann skuldi enntá hava knív í hondini.
Børnini høvdu eisini verið so umhugsin, at tey høvdu tikið nummarið á bilinum, sum fór við børnunum.
Løgreglan fór á staðið, men eftir at hava kannað málið, er hon komin til ta úrslit, at talan var um falskan alarm.
- Tað kom ein bilur á staðið og tvey børn og ein hundur fóru rennandi ímóti bilinum og upp hann sigur løgreglan.
Lagt verður afturat at talan var sostatt ikki um at tvingsil, ella at tey vórðu lokkað upp í bilin.
Hini børnini, sum skreiddu, kendu ikki børnini, sum vórðu tikin upp, so tey vóru ikki úr grannalagnum.
Tíverri høvdu børnini eisini lisið nummarplátuna skeivt, so løgreglan leitaði leingi eftir skeivum bili.
Síðani er ongin fráboðan av nøkrum sum helst slagi komin um hetta, so løgreglan er komin til ta niðurstøðu, at talan hevur verið um ein pápa, sum er komin eftir børnunum.