Barnakonur úr Suðuroy mugu fáa betri umstøður, tá ið tær fara til Havnar at eiga á Landssjúkrahúsinum. Tað heldur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og nú vil hann hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, hvat hann ætlar at gera við tað.
Føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð niðurløgd fyri nøkrum árum síðan, og síðani hava barnakonur úr Suðuroynni ferðast til Havnar at eiga á Landssjúkrahúsinum. Sum natúrligt er, vilja tær flestu barnakonurnar hava maka og børn við. Tað er sjáldan, at tað ber til at siga við vissu, akkurát nær barnið verður føtt og tí er tað neyðugt hjá teimum fara til Havnar nakrar dagar áðrenn tær eru settar til at eiga – umframt at tær mugu vera í Havn í nakrar dagar eftir at tær hava átt, sigur Løgtingsmaðurin.
– Tá ið føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi lat aftur, var ætlanin, at íbúðir skuldu gerast í einum bygningi hjá Landssjúkrahúsinum, har barnakonur, og familjur teirra, kundu vera í sambandi við barnsburð, sigur Bjarni Hammer. Men hann staðfestir samstundis, at hetta varð av ongum.
Sostatt hava barnakonur úr Suðuroynni nú búleikast undir vánaligum umstøðum í fleiri ár, leggur hann afturat. Og hóast tað fleiri verið víst á trupulleikan fleiri ferðir, eru ongar ábendingar um, at nakað munagott hendir.
– Harafturat eru tað nógvir pápar, sum missa nógva inntøku, av tí at teir ikki fáa arbeitt teir dagarnar, sum teir mugu vera í Havn. Hetta rakar serliga hart tímaløntar pápar, og dømi eru um, at tímaløntir pápar hevur verið í Havn í átta vikur, uttan at hann hevði rætt til nakað endurgjald fyri mista inntøku, sigur Bjarni Hammer. Hann sigur, at her eru suðuroyingar fyri stórum vanbýti aftur ímóti foreldrum aðrastaðni í landinum og tí vil hann hava at vita frá landsstýrismanninum, um nøkur ætlan er um at bøta um umstøðurnar - og er nøkur ætlan um tað, vil hann hava at vita, nær nakað hendur.