Barnakekkur 20.000 kr. – Fleiri børn – Fleiri føroyingar

Familjan er kjarnin í føroyska samfelagnum og børnini eru okkara framtíð.

 

Føroyar eru eitt familjuvinarligt samfelag, men Fólkaflokkurin vil gera tað enn betri hjá barnafamiljum.

 

Vit skulu hava heimsmet í barnatrivnaði og familjutrivnaði, tí burðartalið má hækka aftur.

 

Fólkaflokkurin vil hækka barnafrádráttin.

 

Barnakekkurin á 20.000 kr., sum verður latin fyri hvørt barn, verður skattafríður.

 

Harumframt skulu vit hava:

 

- Frælsari barnaansing, har peningurin fylgir barninum.

 

- Barnsburðarfarloyvið skulu foreldrini hava frælsi at skipa, sum tey sjálvi vilja.

 

- Barsilsskipanin skal gerast smidligari.

 

- Útgjaldið og hámarkið úr Barsilsskipanini skulu hækkast upp í 40.000 kr.

 

- Lesandi skulu fáa eyka barnastudning, so hesi í mest møguligan mun kunnu lesa í Føroyum.

 

Børnini eru framtíðin í Føroyum.

 

Fleiri børn – Fleiri føroyingar.

 

Veljið Astrið Breckmann á Løgting