Barnakór syngur í Christianskirkjuni

Annan páskadag verður familjugudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík, har Hanus á Gørðum prædikar.

Undir gudstænastuni verður eisini sangur við Barnakórinum í KFUM & K og og tónleikur frá næmingum frá Tónlistaskúlanum.

Eftir gudstænasta verður boðið til hugnaløtu í kirkjukjallaranum.