?Barnahjartafløga? við Jensinu

Í næstum kemur nýggja barnafløgan ?Barnahjartafløga? á gøtuna, og tað er Jensina Olsen, ið hevur gjørt sangirnir á fløguni. Upptøkurnar og ljóðbland er liðugt, enn manglar einans húsin. So verður fløgan send til framleiðslu.

 

-Hettar er tann feitasta, skemtiligasta og hugnaligasta barnafløgan eg nakrantíð havi hoyrt, sigur Jensina Olsen sum í løtuni spælir á Indlandsfestivalen? í Svøríki.

Hon greiðir víðari frá, at upptøkurnar hava gingið sera væl.

Afturat sær hevur hon Arnold Ludwig á bass, Pætur við Keldu á tangentum og Janus Kampmann á gittar.

 

Fløgan kemur út fríggjadagin 10.juli og verður tað móttøka í Tutl henda dag kl.15.

 

Høvi verður at síggja Jensinu spæla á Barnafestivalinum sum Margarinfabrikkin skipar fyri 4.juli í Grasagarði.