Barnagudstænasta og jólatræ í Argja kirkju

Í morgin verður barnagudstænasta í Argja kirkju klokkan 11.00.

 

Bergur D. Joensen hevur gudstænastuna. Børn ganga Lucia, og Absalon Áargarð, sum hevur nógvar royndir at samskifta við børn, luttekur.

 

Døgurði er eftir gudstænastuna. Eftir døgurðan verður jólatræ fyri børnini – og jólamaðurin vitjar.