Nú arbeiðaraverkfallið gongur á aðru viku, sæst, at fleiri kommunur senda børnini heim úr barnagørðum og vøggustovum.
Onkrir skúlar hava eisini minkað um skúlagongdina, og endin verður helst, at fleiri skúlar eisini fara at lata aftur.
Í dag boðar Tórshavnar kommuna frá, at 15 dagstovnar hjá kommununi lata aftur frá í morgin at rokna.
- Nú rusk ikki verður heintað, er neyðugt hjá kommununi at lata nakrar av dagstovnunum aftur, siga tey í Tórshavnar kommunu.
Í dag boðar eisini Nes kommuna frá, at Barnagarðurin á Svangaskarði verður stongdur frá morgindegnum at rokna.
Her verður lagt aftrat, at stovnurin verður stongdur so leingi, sum verkfall er.