Barnagarðurin letur upp

Kongshavnar vøggustova og barnagarður er nú fluttur í nýggj høli úti við Toftavatn í Runavík. Í gjár var almenn móttøka, har høvi var at síggja stovnin, sum letur alment upp mánadagin 4. august.
Leygardagin frá klokkan 14-17 ber eisini til hjá almenninginum at síggja stovnin.
Meira verður um nýggja barnagarðin í blaðnum í morgin.