Barnagarðurin hjá fransiskanarasystrunum, sum eitur Sankta Josefs barnagarður, hevur hjálp nógvum foreldrum úr trongstøðu, tá eingin hevur verið at tikið sær av børnunum, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Í dag eru 70 ár síðan katólsku nunnurnar fóru undir hetta slóbrótandi virksemið í Føroyum, sum áður hevði verið at kalla ókent.
1.september 1931 byrjaðu tey fyrstu børnini í barnagarðinum hjá fransiskanarasystrunum, sum tá var í húsunum hjá Klett í Bringsnagøtu. Frá byrjan av vóru trý børn innskrivað í barnagarðinum, men longu eftir ársskiftið vóru 22 børn, sum vórðu ansað í hesum barnagarðinum. Undirtøkan var sostatt góð frá byrjan av, og Louisa heldur tað vera løgið, at foreldrini beinanvegin høvdu álit á teimum, tí hetta vóru jú fremmand fólk, ið komu til Føroyar.
Systir
Systir Louisa Smets úr Belgia hevur arbeitt í barnagarðinum síðan 1965, tá hon kom til Føroyar at virka sum nunna í kleystrinum. Hon er í dag 63 ára gomul, og hon er virkandi leiðari í barnagarðinum, sum verður rikin av einum sjálvsognarstovni.
? Eg fór at arbeiða í barnagarðinum dagin eftir, sum eg kom til landið, áðrenn eg dugdi nakað av føroyskum. Men tað eru børnini, ið hava lært meg føroyskt, sigur Louisa, tí hon hevur ongantíð gingið til undirvísing í føroyskum, tí tað hevur tað ikki verið tíð til.
Systir Louisa var einsamøll nunna í barnagarðinum í fleiri ár, og tí verður hon í dag mest bara kallað ?systir?. Í dag er ein onnur nunna, sum arbeiðir í barnagarðinum, og tað er systir Marisa.
Meðan vit sita og práta, kemur ein smádrongur rennandi inn á skrivstovuna hjá Louisu, og rópar, ?bei Louisa?, meðan hann er á veg út gjøgnum hurðina saman við mammu sínari.
Systir Louisa tók við sum leiðari í 1967 eftir systir Theodulphu, vanliga nevnd Duffa, og leiðari hevur hon verið síðani.
Louisa heldur, at føroysk børn eru nógv broytt, síðan hon byrjaði í hesum starvinum. Tey vóru kanska heldur minni krevjandi tá, enn tey eru nú. Í dag tora børnini betur at traðka fram og eru kanska fríari í dag. Eitt leggur systirin tó dent á, og tað er, at børnini enn eru eins fitt, sum tey vóru fyrr.
Innan pedagogikkin er eisini nógv broytt heldur Louisa. Hon greiðir frá, at fyrr var meira dentur lagdur á, at børnini skuldu framleiða okkurt í barnagarðinum heldur enn at hava stuttligt. Foreldrini spurdu, hvat børnini høvdu gjørt í barnagarðinum og ikki, hvussu tey høvdu havt tað.
Í dag royna tey í barnagarðinum at skapa menniskju, sum duga at vera saman við øðrum, og dentur verður lagdur á at børnini skulu hava tað gott framum alt.
Fluttu í 1968
Í 1968 flutti barnagarðurin í tey hølini, har hann húsast nú. Av fyrstan tíð varð hann nýttur til skúla, og tey yngstu børnini høvdu skúlastovu í barnagarðinum, men frá 1968 var húsið bara nýtt til barnagarð.
Frá umleið 1933 hevði barnagarðurin hildið til í Sankta Frans skúla, men hetta var eingin varandi loysn, tí kirkjan var eisini í hesum bygninginum, og nunnurnar búðu uppi á loftinum á skúlanum. Tí varð farið undir at byggja nýggj høli til hetta endamálið. Bara tvey tey fyrstu árini var barnagarðurin í Bringsnagøtu.
Seinastu tjúgu árini er bygningurin broyttur nakað og bygt er uppí, so at umstøðurnar betrast við árunum.
Síðan 1931 hava 2884 børn gingið í barnagarðinum hjá nunnunum, sambært skrásetingini hjá barnagarðinum. Systir Louisa hevur tey seinastu árini ført øll nøvnini inn á teldu, so at skil er í skrásetingini, og tey hava nú neyv tøl á hesum økinum.
Leygardagin verður veitsla fyri starvsfólk á barnagarðinum, og øll starvsfólk, sum hava arbeitt har gjøgnum árini, eru boðin við. Talan er um tilsamans 190 starvsfólk, og umleið helvtin av hesum hava meldað seg til veitsluna.