Nú má hesin anti-Suðurstreym-politikkur halda uppat! Undirritaða vil heita á landsstýrismannin í almanna og heilsumálum, um at bera so í bandi, at barnagarðurin til landssjúkrahúsið verður bygdur, og ikki ganga undir trýst frá ávísum politikarum, sum vanliga brúka anti-suðurstreym sum politiskt valagn.
Barnagarðurin við landsjúkrahúsið er eitt bráðneyðugt tiltak, so at:
<sum>tey smábarnaforeldur, sum starvast har, eisini kunnu arbeiða um kvøldarnar og um næturnar, og
<sum>vit kunnu fáa tað neyðugu arbeiðsmegina hendanvegin, sum skal til fyri, at landssjúkrahúsið kann virka, sum eitt vælvirkandi Landssjúkrahús.
At eg reisti spurningin í tinginum hósdagin, hevur eftir øllum at døma fingið aðrar tingmenn at ressast og royna soleiðis at forða landsstýrismanninum at fara víðari við málinum. Slíkt átak frá politikarum má byggja á vantandi vitan, um umstøðurnar hjá smábarnaforeldrum í Havn, og í hesum føri hjá smábarnforeldrum, sum starvast á landssjúkrahúsinum og í øðrum kvøld og náttarvaktum her í býnum.
Foreldur í dag hava ein øðrvísi tørv enn foreldrini høvdu fyri nøkrum árum síðani. Tað gamla bygdamynstrið, sum var kent í Føroyum, og sum gjørdi, at millum onnur ommur og abbar vóru um børnini dagliga, er so at siga burtur, og einamest í Havnini. Hetta ger, at tørvurin á einum barnagarði, sum er opin døgnið runt, er nógv størstur í Havnini.
Samfelagið og vit politikarar krevja:
<sum>at landssjúkrahúsið er opið døgnið runt,
<sum>at ungir læknar og ungar sjúkrasystrar starvast har døgnið runt,
<sum>at hesi búgva rímiliga nær landssjúkrahúsinum,
Tá ið soleiðis er, so kunnu vit ikki annað enn rokna við, at her er talan um starvsfólk, sum eru ung, og sum tí heilt naturliga eiga smábørn. Og skulu vit hava hesi starvsfólkini at arbeiða á einum vælvirkandi landssjúkrahúsið, so er eisini neyðugt, at karmarnir rundan um starvið er á einum rímiligum støði, sum ger tey før fyri at fara til arbeiðis og før fyri at gera eitt dygdargott arbeiði. Eg vil tí staðiliga heita á landsstýrismannin um at bera so í bandi, at barnagarðurin við landssjúkrahúsið gerst veruleiki.