Bygningurin verður bygdur yvir ein grund, sum hevur staðið í hálvum gekki í fleiri ár.
Tórshavnar Kommuna hevur keypt grundstykkið og grundina, sum verður karmur um ein barnagarð við plássi til 40 børn og til frítíðarskúla við plássi til onnur 40 børn. Frítíðarskúlin heldur í løtuni til í AB-húsinum.
Umleið 9 milliónir eru settar av til arbeiðið, sum væntandi verður liðugt komandi summar.