Barnagarður í Nólsoy fyri 8 milj. krónur

Íløgur skulu í hesum árinum gerast í útstykking, bátadrátt og fótbóltsvøll fyri tilsamans eina miljón krónur, sum skal fíggjast við lántøku

Barnagarður

Í uppskotinum til sáttmála millum Nólsoyar kommunu og Tórshavnar kommunu stendur, at í næstu setu (2005-2009) bindir samanlagda kommunan seg til at gera íløgu í nýggjan barnagarð í Nólsoy, har ætlandi verður pláss fyri umleið 30 børnum. Í barnagarðinum verður eisini rúm fyri vøggustovu og frítíðarskúla. Hóskiligt øki er útvegað til endamálið, sum er 2500 fermetrar til víddar. Mett verður, at kostnaðurin av byggingini verður einar 8 miljónir krónur.
Avtalað er eisini í uppskotinum til sáttmála, at tey kommunalu arbeiðini, sum eru í gongd í Nólsoy innan 1. januar 2005, skulu fullførast.
Haraftrat skulu í hesum árinum gerast íløgur fyri eina miljón krónur, sum skal fíggjast við lántøku. Talan er her um íløgur til útstykkingar (500.000-600.000 krónur), bátadrátt (200.000-300.000) og fótbóltsvøll/ítróttarvøll á Mýruni (200.000 krónur).