Tað staðfesti Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð, og valevni fyri Javnaðarflokkin, á veljarafundi hjá Miðlahúsinum og Reinsarínum í gjárkvøldið.
Ein matarskipan á dagstovnum fyri børn, er afturvendandi kjakevni og á veljarafundinum vóru hesi viðurskifti eisini nevnd.
Helena Dam á Neystabø vísti á, at drúgvar samráðingar høvdu verið ímillum býráðið og dagstovnaleiðararnar um hesi viðurskifti. Men dagstovnaleiðararnir vóru samdir um, at teir vildu ikki hava eina kravda matarskipan í dagstovnunum, og tað tók býráðið til eftirtektar.
Dagstovnarnir vildu heldur hava frælsi til at skipa seg sjálvar.
Annika Olsen, valevni fyri Fólkaflokkin, ávarar ímóti at áleggja dagstovnunum fleiri og fleiri uppgávur, uttan at játtanin eisini hækkar - og hetta er eisini galdandi fyri eina matarskipan.
Emil Hermansen, sum er valevni fyri Tjóðveldi ávarar eisini ímóti at kroysta eina skipan niðuryvir dagstovnarnar.
Sjálvum dámar honum øgiliga væl at smyrja matpakkar. Tað er ein heilsan heimaífrá, men vil onkur tovnur hava eina matarskipan, eigur hann at kunna tað.