Barnafestivalur í Norðurlandahúsinum

Í morgin verður Barnafestivalurin í Norðurlandahúsinum settur.

 

 

Barnafestivalurin verður hildin til og við 20. apríl, og á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum verða nógvu tiltøkini á skránni umrødd. Eitt nú kunnu nevnast Ævintýraferðin, Klovnurin Bubu, tekniskeið við Janusi á Húsagarði og konsert við Jensinu Olsen.

 

Til nøkur av tiltøkunum er neyðugt at keypa atgongumerki, men eisini er talan um fleiri ókeypis tiltøk.