Fríggjadagin 17. juni byrjar ein barnafestivalur í Frelsunarherinum í Vági.
Á skránni er m.a. vitjan úr Íslandi, sum fara at venja sangir og rørslur við festivalluttakarunum. Tað er Ester Danielsdóttir sum kemur til Føroya saman við familjuni.
Smáskótarnir í Frelsunarherinum í Havn verða eisini við í barnafestivalinum í Vági.
Á skránni verða venjingar, spæl, hugni og mangt annað.
Tiltakið endar við framførslu á parkeringsøkinum uttanfyri Frelsunarherin í Vági sunnudagin kl 14.00.
Tilmelding seinast tórsdagin 16. juni á tlf 261850 ella 228826. Gjald fyri alt vikuskiftið við mati er 100 krónur og øll eru vælkomin, siga stigtakararnir.










