Barnadansur byrjar aftur

Fyri at varðveita kvæðini sum ein livandi part av mentan okkara, skipar Norðurlandahúsið 16. árið ár rað fyri barnadansi

Sekstanda árið á rað skipar Norðurlandahúsið fyri barnadansi. Nógvir góðir kvæðarar og skiparar eru spurdir burtur úr barnadansinum í Norðurlandahúsinum hesu nógvu árini.

Byrjað verður aftur nú fríggjakvøldið kl. 20.

Endamálið við tiltakinum er at læra børnini kvæðaskaldskap okkara og harvið kveikja áhuga teirra fyri hesum dýrgripi. Á henda hátt verða kvæðini varðveidd sum ein livandi partur av mentan okkara.

Seinni í vetur er ætlanin at skipa fyri einum kvøldi, har øll tey, sum hava verið við hesi 16 árini, kunnu taka lut.