Barnaansingin í Tórshavnar Kommunu

Allir býráðslimir í Havn eru fyri at loysa barnaansingartørvin í kommununi, sum skjótast.

Tá Elin Lindenskov í sjálvdrátti ger seg til einaumboð fyri hesum máli og setir tað upp, sum ongin annar er fyri at finnna eina loysn, so er hetta lygn.

Málið hevur verið til viðgerðar í býráðnum, men var ov illa lýst og tí var neyðugt at lata tað fara aftur í nevnd. Neyðugt verður at gera eina kostnaðarætlan og eina útrokning fyri hvussu stórt barnatalið verður.

Býráðið samtykti einmælt (eisini Elin Lindenskov) á fundi tann 5. oktober 2000 at viðgera tilmælið um barnaansinga í sambandi við ársfíggjarætlanina fyri 2001. Samtyktin var soljóðandi: ?Tórshavnar kommuna setir sær sum mál komandi 3 árini at loysa barnaansingartørvin, soleiðis at í seinasta lagi ár 2003 skulu øll børn í kommununi í aldrinum _ ár til 8 ár hava tilboð um mennandi barnagarðs- og frítíðarvirksemi.

Slík mál, sum hesi eru altíð nógv frammi upp undir býráðsval og so dovna tey aftur um áttatíðina valkvøldið. Fyri at hetta ikki skal henda verður neyðugt at málið verður kanna til botns soleiðis at býráðslimir kunnu taka støðu til eitt 100 % seriøst uppskot.


Schumann Hjaltalin, býráðslimur