Barnaansingin løgd út til kommunurnar um ein mánað

Lóggávan er smíðað, fyrsta dagin fer hon til hoyringar í samgonguni, og stendur tað til landsstýriskvinnuna í almanna- og heilsumálum, verður lóggávan um dagstovnar og dagrøkt sett í gildi 1. januar

Ikki sørt av kjaki stóðst av álitinum um nýggja skipan av barnaansingarøkinum, sum ein arbeiðsbólkur undir almanna- og heilsumálastýrinum fekk frá hondini í summar. Endamálið við álitinum er at finna fram til nýtt uppgávu-, heimildar- og ábyrgdarbýti millum land og kommunu. Kommunalpolitikarar hava ført fram, at tað tarnar menningini á økinum, so leingi bæði land og kommunur eru inni í myndini.

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er greið. Mælt verður til at taka av lógina um býti av almannaútreiðslum galdandi frá 1. januar, at eingir pengar verða settir á fíggjarlógina næsta ár til barnaansingarøkið, og at ein arbeiðsbólkur fer til arbeiðis beinanvegin, sum skal arbeiða við eldraøkinum.

Sum tað longu hevur verið frammi í fjølmiðlunum, verða avleiðingarnar av hesi umskipan ymiskar í hvørjari kommunu sær. Tær kommunur, sum hava lagt stóran dent á at útvega fleiri stovnspláss og sum samstundis ikki hava nógv eldri fólk millum íbúgvarnar, verða við sviðusoð. Ein onnur avleiðing verður, um lógin um býtið av almannaútreiðslum verður tikin av, at landið tekur yvir fíggingina av kommunalum og felagskommunalum stovnum so sum ellisheimum, fólkapensjónum og øðrum.

Vit vita longu, at størsta kommunan í landinum, Tórshavnar kommunu, sum hevur sær sett mál um at nøkta tørvin á stovnsplássum og at útvega ávíst tal av stovnsplássum um árið, skal rinda uml. 15 mió. krónur meiri um árið til dagstovna- og dagrøktaøkið við verandi virksemi. Ein lítil kommuna sum Kirkjubøar kommuna við 200 íbúgvum, sum hevur raðfest dagstovnin fremst, skal útvega góða hálva millión krónur afturat til verandi virksemi um árið.


Tær megna uppgávuna

Lóggávan, sum nú er gjørd og sum helst fer fyri í tingið fyrsta dagin, er í stóran mun í tráð við andan í álitinum frá arbeiðsbólkinum. Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum er væl greið yvir, at tað verður trupult hjá summum kommunum næsta ár um barnaansinginarøkið verður lagt út til tær at umsita og fíggja burturav.

- Tær flestu kommunurnar hava meldað út, at tær vilja umsita økið sjálvar og eg ivist ikki í, at tað megna tær. Sjálvsagt verða ikki allar kommunur líka fyri í eini slíkari umlegging, men hendan tíðin er tann rætta at gera eina umskipan. Flestu kommunurnar eru nógv betur fyri fíggjarliga enn tær hava verið leingi, sigur Helena Dam á Neystabø.

Á fíggjarlógini næsta ár stendur ein upphædd ætlað barnaansinginarøkinum, ein upphædd, ið svarar til verandi virksemi og við sama prosentbýti millum land og kommunu sum er galdandi í løtuni. Hetta prosentbýtið eigur annars at fara úr gildi á nýggjárinum.

- Játtanin stendur á fíggjarlógini, tí vit vita jú ikki, hvørja lagnu lógaruppskotið um umleggingina á økinum fær í tinginum.


Barnagarðslóg

Samstundis sum nýggj lóg um uppgávu-, heimildar- og ábyrgdarbýti millum land og kommunu er smíðað, hava fólk sitið og gjørt uppskot um eina nýggja barnagarðslóg.

- Hetta er ein lóg, ið hevur ligið á láni. Viðurskiftini hava ikki verið nóg væl skipað viðvíkjandi, hvat ein dagstovnur skal kunna liva upp til. Uppskotið hevur verið úti hjá ymsum pørtum til hoyringar og tillagingar eru gjørdar. Tað er greitt, at ynskini eru nógv og ymisk. Kommunurnar hava ikki somu hugmynd um lógina sum eitt nú brúkarar, foreldur og pedagogar, men vit royna í uppskotinum at ganga báðum pørtum á møti. Stúrir onkur fyri, at lógloysi fer at valda, nú kommunurnar yvirtaka økið, tá ið tað ræður um innihald og aðrar treytir, sum dagstovnarnir skulu halda, kann eg borga fyri, at so verður ikki. Heldur ikki kemur upp á tal at loyva ymiskt góðskustig ymsa staðni í landinum, sigur Helena Dam á Neystabø.

Um hesin parturin av lóggávuni verður klárur samstundis sum tann fíggjarligi og tekniski, er ikki heilt greitt. Funnist hevur verið at arbeiðinum við at gera hendan partin av lóggávuni, tí tey sum varða beinleiðis av børnunum ikki hava verið eftirspurd í nóg stóran mun sum í øðrum førum, tá ið nýggj lóggáva verður gjørd. Landsstýriskvinnan ásannar at so er, men sigur, at hesin arbeiðshátturin hevur verið neyðugur.

- Koma vit seinni fram til, at neyvari ásetingar og tillagingar skulu gerast í lóggávuni, gera vit broytingar, sigur Helena Dam á Neystabø.

Áðrenn uppskotið fer í tingið, skal samgongan skifta orð um tað og melda aftur, hvørjar viðmerkingar eru til tað.