Tað skal vera púra ókeypis hjá foreldrum at hava síni børn á dagstovni. Og longu næsta ár skal prísurin setast niður í helvt.
Tað er ein boðskapur frá Aksel V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum.
Javnaðarflokkurin hevur landsfund í dag og tað, sum gongur aftur, sum ein reyður tráður, er, at nú hava tey vælbjargaðu fingið sítt. Nú er tíðin komi til at eisini tey, sum sita í verri korum, eisini fáa sítt.
- Ein stór og tyngjandi útreiðsla hjá smábarnafamiljunum, er barnaansingin. Fáa vit hjálpt føroysku familjunum við barnaansingini, broyta vit karmarnar soleiðis, at fleiri fáa kjansin, sigur formaðurin í flokkinum.
- Fyri tað fyrsta hevði tað beinanvegin givið barnafamiljum, og einsamøllum uppihaldarum við smáum børnum, fleiri pengar millum hendurnar.
- Fyri tað næsta hevði tað verið eitt sterkt og týðiligt tekin um, at vit vilja hava barnafamiljur at støðast í Føroyum.
- Og fyri tað triðja høvdu vit tá býtt okkara ríkidømi øðrvísi og soleiðis skapt einar javnari Føroyar fyri øll.
Aksel V. Johannesen sigur, at tí er tað eitt langtíðarmál hjá Javnaðarflokkinum, at barnaansingin eigur at verða púra ókeypis í Føroyum.
- Men longu frá 1. januar hava vit sett okkum fyri, at ansingargjøldini skulu minka niður í helvt, sigur hann.
Tað merkir, at longu um átta mánaðir vil Javnaðarflokkurin, at stovnsplássini skulu kosta helvtina av tí, tey kosta nú.
- Tíðin er komin til, at vit rætta føroyskum foreldrum eina hjálpandi hond, sum veruliga munar, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann vísir á, at eitt vøggustovubarn kostar einar 2.500 krónur um mánaðin og eitt barnagarðsbarn kostar einar 1.500 krónur um mánaðin.
- Hjá tí, sum lítið og einki heur at liva fyri, sigur tað seg sjálvt, at tað verður ein stór hjálp, tá hesi gjøldini fyri barnaansingina fara niður í helvt, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Flokkurin hevur eisini eina loysn fyri, hvussu tað kann fíggjast. Aksel V. Johannesen vísir á, at vit hava eina vinnu í Føroyum, sum gevur ovurstórt yvirskot, og tað er alivinnan.
- Vit hava heimsins bestu alarar og teir hava fingið ein framíhjárætt at brúka okkara firðir, sum annars eru ogn hjá øllum fólkinum.
Javnaðarflokkurin heldur tað tí vera rímiligt, at alarar rinda eitt leigugjald fyri at brúka firðirnar.
- Hevði ein privatpersónur átt firðirnar, hevði hann sjálvandi kravt leigu fyri brúksrættin, og vinnan hevði sálvandi rindað uttan mótmæli.
- Halda vit tað ikki vera rímiligt, at húsaeigarin tekur leigu frá teimum, sum brúka húsini?
Aksel V. Johannesen sigur, at tí skulu alarar rinda fyri at leiga firðirnar. Og kommunurnar skulu fáa ein part av inntøkunum til at at skerja gjaldið fyri barnaansingina niður í helvt.
Hann vísir á, at samgongan ætlar longu nú, at alarar skulu rinda næstan 100 milliónir í leigugjaldið til føroyska samfelagið.
- Tað er nøkulunda tað sama, sum vit siga, sigur Aksel V. Johannesen.
Men tað er ein grundleggjandi mundur á ætlanini hjá samgonguni, og ætlanini hjá Javnaðarflokkinum.
- Samgongan vil nýta pengarnar til at tippa eitt fíggjarligt hol, men vit vilja marka hetta leigugjaldið, so at tað verður brúkt til lætta um hjá vanligu føroysku barnafamiljunum, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.