Barnaansing
? Sum felag hava vit sjálvandi fólk, ið fáa børn, sum so síðani fáa tann trupulleikan, at tey ikki fáa nakað stovnspláss til barnið, sigur Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar.
? Men higartil hava vit klárað okkum, antin við tí, at foreldrini hava sjálvi fingið eitthvørt pláss til barnið, tá farloyvið er úti, ella hevur trupulleikin verið loystur við longdum farloyvi.
Tá talan er um longd farloyvi, verður hetta altíð viðgjørt við vælvild, men tó so. Farloyvið er tíðaravmarkað eins og øll onnur farloyvi, og higartil hevur Tryggingarfelagið ikki mist nakað av starvsfólkunum vegna vantandi stovnspláss.
Spurdur um, at eitt so stórt felag sum Tryggingarfelagið, hevur umhugsað eina "Føroya Tele ? loysn", her verður hugsað um egnan dagstovn til børnini hjá arbeiðsfólkunum í Tryggingarfelagnum, svarar Gunnar í Liða.
? Jú, tað hava vit umhugsað. Samstarvsnevndin gjørdi eina kanning fyri at síggja, hvussu stórur tørvurin var á ansingarplássinum. Út frá hesi kanning gjørdi leiðslan so av, at tað var ikki grundarlag fyri at gera eitt egið stovnspláss, sum Føroya Tele hevur gjørt.