Barnaansing í Havn: Bíðilistin vekk um fýra ár

? Er vilji til staðar, kann tann stóri bíðilistin eftir at fáa dagrøktarpláss í Havn verða burtur um fýra ár, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd

Um fýra ár kann ein tann størsti, sosiali trupulleikin í Havnini verða loystur.

Tað heldur Elin Lindenskov, forkvinna í Sosialu nevnd í Tórshavnar Býráð.

Trupulleikin, sum hon hugsar um, er barnaansing í Kommununi.

Elin Lindenskov sigur, at í løtuni standa eini 465 børn á bíðilista eftir at sleppa inn í kommunalu ansingingarskipanina í Havn.

? Tvs, at hóast kommunan hevur útvegað 96 pláss um árið í miðal hesi seinastu fýra árini er bíðilistin bara blivin longri og longri, tí í 1996 vóru ?bara? 289 børn á bíðilista.

Í 1996 metti kommunan annars, at tað fór at nøkta tørvin, um 30 pláss blivu útvegað um árið fram til 2006.

Men síðani er hesin trupulleikin eksploderaður so at bíðilistin verður bara longri og longri, tóast kommunan hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum hon upprunaliga metti var nóg mikið.


Burtur uppá fýra ár

Men Elin Lindenskov heldur, at tað ber til at vera sloppin av við allan bíðilistan um fýra ár.

? Tað veldst bara um, antin vilji er til staðar í býráðnum til at gera tað, heldur hon.

Hon sigur, at hon hevur lagt eitt uppskot fyri sosialu nevnd hjá býráðnum, men tað verður ikki viðgjørt fyrrenn aftaná summarferiuna.

Hon sigur, at heilt leyðsliga mett, fer tað at kosta gott 40 milliónir tilsamans at byggja stovnar til øll tey børnini, sum tørvurin nú er at útvega ansing til.

? Hetta eru ikki meiri enn 10 milliónir um árið, og tað eigur Kommunan at kunna klára.

Hon er samanumtikið ikki samd í, at talan er um eina útreiðslu. Tí eitt stovnspláss kostar kommununi um 33.000 krónur um árið. Men eitt fólk, sum forvinnur 180.000 um árið, rindar um 35.000 í kommunuskatti.

Elin Lindenskov heldur, at viðhvørt hevur hon varhugan av, at at býráðslimir eru bangnir fyri at koma at sita eftir við einum yvirkapasiteti, um tað verður lagt ov harðliga út.

Men tað heldur hon ikki verður nakar trupulleiki, tí m.a. er tað lætt at niðurleggja ein útibarnagarð, t.d.

Forkvinnan í sosialu nevnd vísir á, at tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar komandi ár, er bíðilistin komin niður á 185 børn, um barnatalið verður tað sama sum nú.

? Fáa vit so Dagrøktarskipanina at virka til fulnar, sleppa 50 børn inn har afturat. Sostatt eru 135 børn eftir á bíðilistanum tá.

Harumframt skjýtur hon upp at gera útibarnagarðar til 44 børn, so at bíðilistin um eitt ár er komin niður á 90 børn um eitt ár, um barnatalið er tað sama sum í ár.

Hon leggur júst dent á, at útibarnagarðar krevja verri enn so so stórar íløgur sum stovnar. Tað ber eisini til at gera útistovur, tað eru stovur á stovnum, har børnini eru úti.

Men Elin Lindenskov leggur dent á, at hon hevur onga framrokning av barnatalinum, so at tølini kunnu broytast báðar vegir. Og hon mælir til, at framrokningar verða gjørdar hvørt ár.

? Eg haldi framvegis at endamálið skal verða, at vit skulu nøkta tørvin 100%.

Og hon heldur eisini, at býráðið skal altíð útvega so nógv pláss, sum framrokningarnar vísa.

Tó vísir hon á, at tað lættir eisini um trýstið á kommunalu barnaansingina, at fyritøkur í býnum, eitt nú Føroya Tele, arbeiða við at útvega síni egnu stovnspláss til starvsfólkið.


Betri umstøður

Elin Lindenskov heldur eisini, at Frítíðaskúlin hevur stórar hølistrupuleikar og at býráðið eigur at raðfesta hann hægri og byggja hølir til endamálið, áðrenn fleiri børn verða tikin inn á skúlan

Somuleiðis mælir hon til at dagrøktarskipanin verður broytt, soleiðis at børnini hjá dagrøktararnum koma uppí skipanina á jøvnum føti við onnur børn. ? Hetta merkir, at ein dagrøktarari fær løn og skal gjalda fyri at ansa síni egnu børnum.

Sum er, kemur tað fyri, at dagrøktarar hava síni egnu børn hjá øðrum dagrøktara ella á stovni.

? Um vit loyva egnum børnum uppí skipanina, vil hetta vónandi gera, at vit fáa fleiri dagrøktarar og harvið fleiri pláss, heldur forkvinnan í sosialu nevnd.


Kollafjørður uppi

Hon vísir á, at 1. januar kemur Kollafjørður uppí kommununa.

Har er dagrøktarskipan, sum fevnir um bæði barnagarðsbørn og skúlabørn

? Vit kunna vænta, at Kollafjørður kemur við ynski um dagstovn og Frítíðarskúl einaferð í framtíðini, tí eiga vit at hava tað við í einari framtíðarætlan.

Elin Lindenskov mælir eisini til, at tann fyrsti stovnurin, sum verður bygdur afturat, verður á Argjum, har er tørvurin størstur beint nú.

? Verður Berjabrekku verkætlanin framd, eiga vit eisini at byggja ein stovn har.

? Og yvirhøvur eiga vit at raðfesta ein stovn í øllum nýggjum útstykkingum, heldur Elin Lindenskov.


Gongdin

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir gongdina í barnaansingini seinastu tíðina og tær útbyggingar, sum eru settar í verk.

Tølini vísa, at tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, eru lidnar næsta summar, eru 328 fleiri dagrøktarplás í Tórshavnar Kommunu, enn tað vóru í 1996.

Í september í 1996 vóru 1.143 børn í skipanini.Talan var um 589 fulltíðarpláss (542 fulltíðar, 20 3/4-tíðar og 64 1/2-tíðar barnagarðspláss). Harafturat vóru 254 vøggustovupláss og 300 dagrøktarpláss.

Umframt tað vóru 289 børn á bíðilistanum, íroknað tey undir 1/2 ár. 286 børn í kommununi vóru ikki uppskrivað til stovnspláss.

Eftir summarfrítíðina í ár verða 1.271 børn í skipanini.

Harafturat hevur Tórshavnar Kommuna kunnað keypt sær seks pláss í barnagarðinum á Velbastað. Sostatt eru 134 pláss útvegað síðani 1996.


Nýggj pláss síðani 1996 eru: 20 børn Spíran (útibarnagarðurin)

42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.

Tilsamans er hetta 128 børn.

Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.

Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.

Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.

Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.

Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.

Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.

Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.

Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.

Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.

Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.

Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.

Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.