Í dag hevur Sambandsflokkurin eyka landsfund og heystfund í Havn.
Landsfundurin byrjar við eykaaðalfundi klokkan 9 við vali av nýggjum formanni og nýggjum næstformanni.
Tað er longu greitt, at nýggjur formaður verður Bárður Nielsen, løgtingsmaður í Vestmanna, og at Magni Laksafoss, løgtingsmaður í Havn, verður nýggjur næstformaður. Eftir at teir eru valdir, siga teir nøkur orð, og klokkan 10 er eykalandsfundurin liðugur.
Eftir tað fer Sambandsflokkurin undir árliga heystfundin, har nýggi formaðurin fer at greiða frá politisku støðuni. Síðani verður politiskt orðaskifti undir yvirskriftini »Sambandsflokkurin aftur á rætta kós«, har fundarluttakararnir – sum eru umboð fyri valfeløgni í flokkinum og tingmenn floksins – hava orðið.
Á middegi skipar flokkurin fyri móttøku fyri nýggja formansskapi Sambandsfloksins.
Hesi hava verið formenn Sambandsfloksins:
1. Fríðrikur Petersen (1906-1917)
2. Oliver Effersøe (1917-1924)
3. Andras Samuelsen (1924-1948)
4. Johan Poulsen (1948-1970)
5. Trygvi Samuelsen (1970-1974)
6. Pauli Ellefsen (1974-1990)
7. Edmund Joensen (1990-2001)
8. Lisbeth L. Petersen (2001-2004)
9. Kaj Leo Johannesen (2004-2015)
10. Bárður Nielsen (2015-)
Hesir formenn Sambandsfloksins hava verið løgmenn:
1. Andrass Samuelsen (1948 - 1950)
2. Kristian Djurhuus (1950 - 1958 og 1968 - 1970)
3. Pauli Ellefsen (1981 - 1985)
4. Edmund Joensen (1994 - 1998)
5. Kaj Leo Johannesen (2008-2015)