Bárður J. Hansen ur Víkingi er úttikin til landsliðið, sum skal spæla móti Grikkalandi leygarkvøldið. Hann hevði annars ikki meldað seg heilt kláran, men hevur síðani spælt tríggjar dystir upp í slag.
- Eg tosaði við Bárð áðrenn eg úttók landsliðið á fyrsta sinni. Hann var ikki 100 prosent klárur og tí valdi eg ikki at úttakan. Síðani spældi hann ein branddyst móti NSÍ og B36, og spældi væl aftur sunnudagin. Hann hevði ikki trupulleikar og tí havi eg úttikin hann, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.
Í løtuni hava Hallur Hansson og serliga Árni Frederiksberg skaðar at dragast við.
- Blíva allir mans klárir, so havi eg 24 spælarar og má sortera ein frá. Soleiðis má tað bara verða, men eg metti tað var rætt at taka Bárð við og so fáa vit at síggja um Árni blívur klárur, sigur Lars Olsen.
Landsliðið spælir leygarkvøldið móti Grikkalandi á Tórsvølli.