Bárður Hansen leingir við Víking

Gøtumaðurin Bárður Hansen hevur longt sáttmálan við Víkingi.

 

Gøtumaðurin Bárður Hansen hevur longt sáttmálan við Víkingi.

 

Tað skrivar Víkingur á heimasíðu felagsins í dag.

 

Sáttmálin við 21 ára gamla gøtumannin er galdandi fram til 2015. Hóast unga aldurin, hevur Bárður leikt 147 dystir og skorað 9 mál fyri besta lið Víkings.

 

Bárður Hansen er »uppvaksin« í felagnum og er ein av teimum leikarum, ið hevur leikt flestar dystir fyri Víking í vaksnamannadeildini (197 dystir; 31 mál). Hann hevur somuleiðis leikt 19 dystir fyri fleiri av U-landsliðum Føroya.

 

– Víkingur fegnast um at hava longt við Bárð Hansen og ynskir honum góða eydnu í komandi kappingarárið, skrivar felagið.