Bárður Bendix Mikkelsen nýggjur venjari hjá Ternuni

Bárður Bendix Mikkelsen er nýggjur venjari hjá Ternuni, boðar felagið frá

Bárður Bendix Mikkelsen er nýggjur venjari hjá Ternuni, boðar felagið frá. Síðani Ternan verð sett á stovn fyri 12 árum síðan, hevur felagið fingið fleiri góð úrslit í yngru deildunum, og tað var eisini ein orsøk til, at Trygvi á Brekkukletti valdi at leggja lunnar undir, at hava eitt lið við í meistaradeildini, skrivar felagið.

 

Nú hevur Ternan so fingið nýggjan venjara, og tað er eitt tað størsta navnið yvirhøvur í mansflogbólti, nevniliga 45 ára gamli havnarmaðurin Bárður Bendix Mikkelsen.

 

Bárður Bendix Mikkelsen hevur drúgvar royndir, bæði sum spælari og venjari, har hann millum annað hevur spælt 78 landsdystir, umframt at hann eisini var føroyskur landsliðsvenjari árini frá 2014 til 2021.

 

Sum spælari hevur Bárður fyri tað mesta roynt seg uttanlands, á hægsta stigi bæði í Norra og í Danmark. Sum venjari hevur Bárður eisini drúgvar royndir í Danmark, har hann frá 2010 til 2021 var venjari hjá Marienlyst í bestu flogbóltsdeildini, har teir eisini vunnu fleiri meistaraheitir. Hesi árini var Bárður eisini knýttur at danska talentsentrinum, og hjálparvenjari hjá fleiri donskum U og A landsliðum.

 

- Tá Ternan setti seg í samband við Bárð, við einari verkætlan, um at menna ungu spælararnar í felagnum, helt Bárður at hetta ljóðaði sera áhugavert. Bárður nevnir, at honum dámar sera væl, at arbeiða við miðvísari menning og at síggja spælarar menna seg, ikki bara leikliga, men eisini persónliga og sálarliga. Tað er eisini nakað, sum Bárður fer at síggja fram til við unga liðinum hjá Ternuni, skrivar felagið.