Høgni Egilstoft Nielsen hevur fingið eina heldur veikari byrjan enn vónað í European Youth Chess Championship í Batumi í Georgia.
Hóast ein sterkan sigur móti armenanum Tigran K. Harutyunian, hava hini úrslitini verið heldur misjøvn, í øllum førum, um hugt verður at styrkistalinum hjá mótstøðumonnunum. Gamaní, eitt tap við svørtum fólki móti Studer Noel var væntandi, men allarhelst hevði Høgni Egilstoft Nielsen ætlað sær ein sigur móti norska Jon Machlik, tó at hann telvaði við svørtum, og kanska vónaði hann at sníkja seg til ein sigur móti Mislav Monjac úr Kroatia. Tað gjørdist tó til remis í báðum førum.
Høgni Egilstoft Nielsen hevur nú tvey stig av fýra møguligum, og sambært heimasíðuni Chess-results.com, hevur hann higartil í kappingini mist 6,4 stig á styrkislistanum. Málið var tó at vinna sær um 23 stig, so langur teinur er á mál.
Tó so, kappingin er ikki hálvrunnin enn, so Høgni Egilstoft Nielsen hevur enn fleiri møguleikar at betra um stigatalið, bæði í kappingini og a FIDE-styrkislistanum.
Fyrsta avbjóðingin verður Roman Hros úr Slovakia í morgin. Høgni Egilstoft Nielsen hevur nakað hægri styrkistal enn slovakin, men hann telvar við svørtum, so neyvan verður talan um lætta mótstøðu.