Bardagi um allan býin

Politiið í Havn letur illa at leygarnáttina, tí tað vóru so nógvir bardagar inni sum úti

Fleiri ferðir leygarnáttina vórðu boð send eftir politinum í Havn, tí fólk vóru farin til hendurs.
So var tað heima við hús, og so var tað á gøtuni.
Í einum føri fekk ein ungur maður nevan frammaná og noyddist á skaðastovuna. Tann, sum hevði sligið varð tikin somu nátt og gisti í arrestini.
Í einum øðrum føri fekk ein bank frá trimum øðrum, og í morgun hevði politiið enn ikki funnið álopsmenninar. Ein av hesum monnunum hevði gingið skrappur í býnum og var nakin yvirbeltið.
Beint fyri døgurða sunnudagin gjørdu fýra ótangar um seg inni á eini matstovu í Havn og vóru heldur harðligir. Eisini tá vórðu boð eftir politinum til at sissa menninar.