Bardagi í ukrainska tinginum

Tá tjóðartingið í Ukraina fyrrapartin skuldi velja nakrar embætismenn til tingið, gjørdust tinglimir so heitir, at tað endaði við, at tinglimir hjá andstøðuni reistust og herjaðu á røðarapallin, tá úrslitið av atkvøðugreiðsluni skuldi almannakunngerast.

Menn vóru so heitir, at summir høvdu nevarnar á lofti, áðrenn tað eydnaðist at fáa frið í tingsalinum.

Ósemjan í ukrainska tinginum hevur sín uppruna í, at andstøðan leggur meirilutan undir at hava misbrúkt atkvøðureglurnar í sambandi við valið í heyst.