Eldri bróðurin fekk 40 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at sparka yngra beiggjan í høvdið.
Tað var eftir eina veitslu í heyst, at tveir brøður fóru til hendurs í miðbýnum í Havn.
Eldri beiggin var á veg heim úr býnum, tá hann kemur í prát við eina unga kvinnu. Sjálvur minnist hann ikki tað stóra, men heldur, at gentan kanska hevur sagt okkurt óhøviskt við seg.
Yngri beiggin kemur tá til, og skjótt verður áfast millum brøðurnar báðar. Endin er, at yngri beiggin verður skumpaður um koll og síðani sparkar eldri beiggin hann fleiri ferðir í høvdið.
Unga kvinnan ógvast við og kennir seg noydda at blanda seg upp í, so hon tveitir seg yvir drongin, sum liggur niðri. Hon fær tí eisini eitt spark í gronina og nøsin brotnar í tveimum støðum.
Eldri beiggin sigur seg ikki minnast stórvegis frá kvøldinum og als einki um nakran bardaga. Yngri beiggin minnist, at teir hava skeldast og skumpa hvønn annan, men kennist ikki við hvørki sløg ella spark. Ei heldur hevði hann fingin nakran skaða av hendingini, greiddi hann frá.
Kvinnan var tí einasta vitni, ið kundi geva eina nøkunlunda frágreiðing um, hvat var hent og hennara frágreiðing varð stuðlað av einum triðja persóni, sum kom til og ringdi eftir løgregluni.
- Hetta er enn eitt dømi um, at tá alkoholið fer inn, fer okkurt annað út, segði dómarin, tá hann las dómin. Hann valdi í dóminum at festa sítt álit á frágreiðing kvinnunnar. Hann fann tí ákærda sekan í at hava sparkað beiggja sín og kvinnuna. Revsingin gjørdist tí 40 dagar fongsulsrevsing.
Av tí, at dómarin ikki kundi útilokað, at okkurt lá aftan fyri harðskapin, tað vil siga, at talan ikki var um blindan, meiningsleysan gøtuharðskap og við tað, at eingin varandi skaði stóðst av harðskapinum og at maðurin hevur góð persónlig forhold, metti dómarin, at revsingin kundi gerast treytað. Ákærdi skal tí ikki inn at sita, um hann einki revsivert ger komandi tvey árini.
Maðurin skal eisini gera ólønta samfelagstænastu í 60 dagar næstu seks mánaðirnar.