Bardagi í klubbagarðinum

Leygardagin eftir middag var ein ungur maður fyrst í 20-unum á løgreglustøðini og boðaði frá, at hann hevði verið fyri harðskapi náttina fyri.
Hann greiddi løgregluni frá, at hann fyrst varð sligin í andlitið og síðani sparkaður, meðan hann var liggjandi. Tilburðurin er farin fram í klubbagarðinum leygarmorgunin, tá fleiri persónar fóru til hendurs. Maðurin, sum hevur boðað frá tilburðinum, mátti seymast í andlitinum, tí hann hevði fingið eina fliku.
Løgreglan hevur enn ikki skuldsett nakran fyri tilburðin, men hon arbeiðir við málinum. Óvist er tí, hvør persónur hevur framt harðskapin, og hvussu tilburðurin er farin fram.