Ísraelski herurin flutti nógvar hermenn til sjúkrahúsið við tyrlum, og sambært libansku trygdartænastuni vóru harðir bardagar har millum ísraelsku hermenninar og limir í Hizbollah. Ein talskvinna hjá ísraelsku herleiðsluni segði fyrrapartin, at álopið gekk eftir ætlan. Eingin ísraelskur hermaður varð særdur, og tað eydnaðist hermonnunum at taka tríggjar Hizbollah-menn við sær aftur um markið, segði hon.
Keldur hjá Hizbollah søgdu harafturímóri, at teir ísraelsku hermenninir blivu kringsettir, so skjótt teir vóru komnir úr tyrlunum, og at minst fýra ísraelskir hermenn fullu í bardøgunum. Tað avsannar ísraelska herleiðslan.
Libanska trygdartænastan upplýsti seinni, at ísraelsk flogfør høvdu søkt at fleiri støðum hjá Hizbollah einar tveir kilometrar frá sjúkrahúsinum í Baalbek, og at minst 15 fólk vórðu særd. Embætismenn hjá trygdartænastuni søgdu, at Baalbek verður mettur sum ein av høvuðsstøðunum hjá Hizbollah, og at ísraelsmenn helst søktu at býnum, tí teir hildu, at teir burturfluttu hermenninir blivu fjaldir á sjúkrahúsinum. Hizbollah rekur sjúkrahúsið.
Ísraelskar keldur søgdu harafturímóti, at ætlanin var at taka ein av leiðarunum í Hizbollah, Sheikh Mohammed Yazbek, sum sambært ísraelsmonnum var á sjúkrahúsinum í gjár. Sambært CNN arbeiða sýriskir og iranskir læknar á sjúkrahúsinum, og ísraelsku hermenninir kannaðu øll skjøl teirra.
Herða álopini
Ísrael hevði boðað frá, at tað fór at taka loftálopini uppaftur aftan á midnátt í gjárkvøldið. Samstundis samtykti stjórnin at herða álopini á jørðini, og longu í gjárkvøldið fóru nógvir hermenn afturat norður um libanska markið.
Ísraelskir fjølmiðlar vilja vera við, at nú eru umleið 20.000 ísraelskir hermenn í Libanon.
Fleiri túsund libanar tóku til rýmingar, tá ísraelska herleiðslan boðaði frá, at hon fór at herða álopini har suðuri í Libanon. Norðan fyri býin Tyre sóust fólk í túsundatali flýggja norðureftir, samstundis sum onnur komu til býin sunnaneftir.