FC Barcelona liggur í løtuni á odda í sponsku landskappingini saman við arvafíggindanum úr Real Madrid. Spælið hevur ikki verið av tí besta og tað kann kosta venjaranum starvið.
Spanskir miðlar sum AS og Marca skriva, at Ernesto Valverde møguliga verður koyrdur í vikuni. Venjarin hjá FC Barcelona hevur annars vunnið sjey av hvørjum tíggu dystum liðið hevur spælt, men gongdin hevur ikki bara verið góð.
##med2##
Millum annað spælir FC Barcelona ikki so sannførandi í løtuni. Eisini hevur liðið tapt óvæntaðar dystir stórt. So sum AS Roma og Liverpool, eftir at hava vunnið heimadystin greitt. FC Barcelona er tó framvegis á odda í La Liga, men skal klára seg uttan Luis Suarez fram til kappingarenda, tí hann skal undir skurð.
Spanskir miðlar hava fyrrverandi miðvallaran, Xavi, sum favoritt at traðka til. Hann er í løtuni venjari í Katar.