Í januar 2018 keypti FC Barcelona Philippe Coutinho frá Liverpool. Prísurin varð mettur at liggja um 880 milliónir krónur í útgjaldi, við møguleika fyri at koma upp á 1,2 milliardir krónur. Brasilski bóltsnillingurin skuldi verða svarið upp á alt hjá FC Barcelona, ið aftur skuldi kappast við topparnar í Evropa.
Nú skjótt trý ár seinni er søgan ein onnur. Liverpool er komið víðari og hevur vunnið næstan alt, sum vinnast kann, meðan Philippe Coutinho hevur verið útleigaður til Bayern Munchen í tvey ár, eftir eina vánaliga byrjan í katalanska stórfelagnum.
Hann er nú aftur í FC Barcelona, men nú heldur felagið seg aftur við at brúka Philippe Coutinho, tí um hann spælir 10 dystir afturat, tá hevur hann spælt 100 dystir, so skal FC Barcelona gjalda um 150 milliónir krónur afturat til Liverpool. Hetta var ein partur av avtaluni, tá FC Barcelona keypti Philippe Coutinho.
Tí verður sagt úr Spania, at FC Barcelona – sum er í fíggjarligum trupulleikum – ger alt fyri at hava Philippe Coutinho sitandi á bonkinum. Hartil ynskir felagið at selja hann sum skjótast. Gjarna fyri stóran avsláttur.