Barcelona á toppinum

FC Barcelona er í tøttum stríði við onnur feløg um spanska meistaraheitið í fótbólti. Um vikuskiftið hevur eitt umfar verið í La Liga, og eftir at Sevilla sunnudagin vann sín dyst og legði seg á odda í kappingini, var kravið til Barcelona ein sigur í dystinum sunnukvøldið. Og tað eydnaðist eisini Barcelona at vinna dystin ímóti Levante. Eitt mál kom í dystinum, og tað gjørdi Eto’o.