Fyrr í dag bórust tíðindi um ein vøruvogn, ið koyrdi inn í eina mannamúgvu á stóru handilsgøtuni La Rambla í Barcelona.
Síðani hevur verið trupult at fáa greiða mynd av støðuni, men nýggjastu tíðindini siga, at ein ella fleiri av yvirgangsmonnunum eru staddir á matstovu, har teir hava byrgt seg inni, og hava tikið gíslar. Ivasamt er um talan er um talan er um ein ella tveir yvirgangsmenn.
Nýggjastu tølini vilja vera við, at eitt fólk er deytt av álopinum við vørubilinum, meðan 32 hava fingið skaða, men væntandi er, at talið av deyðum verður hægri, skriva altjóða tíðindastovur.