Barca og Real í gulldysti

Tað verður FC Barcelona ella Real Madrid, sum vinnur spanska meistaraheitið. Tað er staðfestingini, eftir at bæði feløgini vunnu um vikuskiftið, meðan Atletico Madrid óvæntað tapti fyri botnliði.

 

Eitt umfar er eftir av sponsku landskappingini, har FC Barcelona er eitt stig á odda frammanfyri Real Madrid. Tí kann FC Barcelona vinna spanska meistaraheitið við at vinna seinasta dystin, sum er á útivølli móti Granada, ið liggur á 16. plássi.

 

Real Madrid skal hinvegin yvirhála FC Barcelona í stigum, um teir skulu vinna meistaraheitið. Real Madrid skal tí vinna sín dyst á útivølli móti Deportivo La Coruna, meðan FC Barcelona skal tapa. FC Barcelona er omaná innanhýsis.

 

Óvæntaða taptið hjá Atletico Madrid fyri niðurflutta Levante ger, at Diego Simeone og hansara menn eru trý stig aftanfyri FC Barcelona, og eru verrri innanhýsis. Sostatt er greitt, at tað verður antin FC Barcelona ella Real Madrid, sum vinnur spanska meistaraheitið sunnudagin.