"Barbie Girl" fingið ivasaman heiður

Hittið Barbie Girl, sum danski bólkurin Aqua gjørdist ríkur av, er nú kosið sum vánaligasti sangurin frá 90'unum av blaðnum Rolling Stone's.

 

Tað eru lesararnir hjá blaðnum, sum hava valt hetta stóra hittið til at vera vánaligasta lagið í heiminum hetta tíðarskeiði.

 

Tað er eftir øllum at døma ikki tónleikurin, sum lesararnir hjá Rolling Stone's halda verða vánaligur. Tað er tann løgni teksturin í sanginum, sum lesararnir hava ringt við at skilja.

 

Fyritøkan handan Barbie-dukkunum dámdi upprunaliga heldur ikki lagið, og fóru tí undir eitt rættarmál móti bólkinum. Men í 2009 broytti fyritøkan hugsan. Teksturin varð broyttur nakað, og síðani var sangurin nýttur sum lýsing fyri Barbie dukkur.

 

Hendan avtalan megnaði eisini at geva Aqua nakrar milliónir aftrat á bók.