Í morgun bar danski miðilin Finans.dk tíðindini um, at felagið Barbara í Gongini er farið á heysin. Bústjórin Anders Ørskov Melballe sigur við Finans.dk, at orsøkin til hetta er, at leiðslan mátti staðfesta, at framtíðar útlitini fyri, hvat felagið kann vinna sær, ikki var nóg mikið til at svara skuld og útreiðslum.
Hóast felagið Barbara í Gongini er danskt, er kvinnan handan kenda merkið føroysk og verða hennara klæði eisini seld í fleiri handlum í Føroyum. Í januar í ár fekk Barbara í Gongini Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017. Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 krónur, verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
Mentamálaráðið skrivaði tá um orsøkina millum annað soleiðis:
"Hon er gløgg og listaliga gávað. Barbara í Gongini hevur ment eitt burðardygt, norðurlendskt, avbjóðandi klædnamerki, ið er høgt í metum um allan heim. Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, ið stendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu", - Mentamálaráðið 24. januar í 2018.
Men nú er fyritøkan og mótamerkið hjá Barbaru í Gongini ikki longur til. Heimasíðan hjá merkinum er stongd av bústjóranum og tað ber tí ikki til at keypa pløgg av nethandlinum longur.