Munurin millum tey bæði amerikonsku forsetavalevnini er minkaður nógv hesa vikuna, og sambært einari nýggjari meiningakanning hjá Ipsos og Reuters er Barack Obama bara tvey prosentstig framman fyri Mitt Romney nú.
Kanningin vísir, at 47 prosent ætla sær at velja Obama, og at 45 prosent ætla at velja Romney.
Politiskir eygleiðarar í USA siga, at Obama stríðist enn við tað vánaliga úrslitið í sjónvarpsdystinum í Denver seinasta mikudag. Úrslitið er eisini týðiligt, tí undan sendingini var Obama seks prosentstig frammanfyri.
Kortini er okkurt, sum kann hjálpa forsetanum, eitt nú nýggj tøl, sum vísa, at arbeiðsloysið er minkandi.










