Tað var eitt rungandi nei í Løgtinginum, tá tey fyri løtu síðani atkvøddu um uppskotið hjá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni Fólkafloksins, um at banna fartelefonum í Fólkaskúlanum.
Frammanundan var greitt, at tað var bara Fólkaflokkurin, sum tók undir við málinum í mentanarnevndini, sum viðgjørdi uppskotið, sum var eitt uppsk til samtyktar.
Uppskotið var til 2. viðgerð í Løgtinginum nú klokkan 13, og eftir orðaskifti í hálvanannan tíma atkvøddi Løgtingið um uppskotið.
Og tað fall við einum braki, tí at bara tríggir fólkafloksmenn, Beinir Johannesen, Árni Skaale og uppskotssetarain sjálvur, Bárður á Lakjuni, atkvøddu fyri, meðan 18 tingfólk atkøvddu ímóti. Ein atkvøddi blankt.
Soleiðis atkvøddi Løgtingið:
##med2##